Fólk í Havn

145,00 kr.

På lager

Share Now:
Fólk í Havn

Beskrivelse

Innihald:

1. Jógvan í Hoyvík og børn hansara síða 9
2. Glyvrasnikkarin, Lotta og Angelica síða 25
3. Niclas á Trappuni og brøður hansara síða 33
4. Gamli Dyrhuus á Vertshúsinum síða 53

Fólk í Havn

Meginparturin av tí, sum er skrivað í hesum bóklingi,er um
fólk í Havn, sum vóru í bestu árum fyri 100 árum síðani ella
meir.
Mest er gjørt burturúr sjómonnunum Jógvani í
Hoyvík,Niclasi á Trappuni og Dia í Áarstovu.
Hesir menn høvdu verið í uttanlandssigling og vóru allir
við til at leggja lunnar undir føroyska fiskivinnu,táteir komu
heimaftur.
Niclas og brøður hansara gingu saman við Dia í Áar-stovu
á odda fyri at keypa skipið »Fox«, ið verður roknaðsum
sluppin, ið tann føroyski skipsfiskiskapurin av ál-vara byrjaði
við.
Jógvan í Hoyvík gekk undan at fáa fyrsta fiskiskip,sum
føroyingar lótu byggja uttanlands. Hann var undan-
gongumaður í einum partafelag, sum umleið 1880 bygdi
»Delphinen« í Týskalandi.
Samstundis, sum skrivað verður um hesar menn og teirra
virksemi og lagnu, verður trivð í ymiskt um teirra næstrafólk
og onnur, sum vóru teimum nær.
Bóklingurin skal ikki takast fyri annað enn eitt íkast um
nøkur fá fólk, ið vóru við til at mynda ta lítlu Havnina fyri
umleið eini øld síðani.
Eg takki øllum teimum mongu, sum hava verið so
beinasom at hjálpa mær at fáa til vega upplýsingar av
ymsum slag og myndir, og Tórshavnar Býráð takki eg fyri,at
tað vildi geva út handritið,sum Jógvan Arge hevur greitt til
prentingar.

Tórshavn á krossmessu 1987
Niels Juel Arge

Yderligere information

Høvundur

N. J. Arge

Útgávuár

1987

Síðutal

64

Standur

góður

(0)