Smyrlarnir, Erling Poulsen1995

200,00 kr.

På lager

Share Now:
Smyrlarnir, Erling Poulsen1995

Beskrivelse

SMYRLARNIR í strandfarasigling

Erling Poulsen
1995
Síðutal: 124

Innihaldsyvirlit

Formæli
Inngangur
Fyrsti,,Smiril“
Ferðamannaskipið,,Norge“ ferst við Rockall
Ein ringur jólatúrur
Skaðatilburður
Annar,,Smiril“
Skálkabrøgd
Krígsárini
Jólaaftan 1942
Kríggið er av
,,Smiril“ fyri óhappi
Triði,,Smyrilin“
Buldrini í Vági
Seinasta ferðin hjá gamla ,,Smirli“
Fjórði,,Smyril“
Avgreiðslur
Hugleiðingar
Christian Kruse sigur frá
Óli Bech sigur frá
Skiparar á,,Smyrlunum“

Formæli

Tað er einki yvir at dylja, at Suðuroyggin er heldur fjar-skotin frá
hinum oyggjunum. Tað er vist, at skuldu fólk til dømis í seinastu
øld fara norður um fjørð at ferðast, var taðikki sum at siga tað.
Jákup Dahl, próstur, sigur einastaðni frá,hvussu torført tað var í
1890 árunum hjá teimum,sum gingu í skúla í Havn, at sleppa
suður til Vágs í summarfrí.Eina ferð slapp hann suður í einum
søkkladnum, snikutum grindabáti hjá Hans Jacob á Løhamri.
Men seinast í seinastu øld skiltu menn, at tað bar ikki til longur
ikki at hava skipað ferðasamband millum Suður-oynna og
Havnina.Tað hevur tí óivað verið ein stórhending í oynni, tá ið
,,Smiril“ við froyði frá bógnum 19. desember 1895 kom inn um
Høvdan og inn eftir TTrongisvágsfjørði ásíni fyrstu ferð úr
útlondum sum brannýtt skip nýkomin av barkastokki og legði at

Mortensens brúgv. Nú var lag ámanni at ferðast, og brúktu
suðuroyingar ,,Smiril“ nógv.
At eg fór undir sendingarnar í útvarpinum um ,,Smyrlarnar í
strandfarasigling“, var tí, at eg helt, at vit áttu at steðga áog
minnast hesar fýra ,,Smyrlarnar", sum hava røkt strand-
farasiglingina í skjótt hundrað ár.
Eftir sendingarnar vóru fleiri, ið komu við uppískoytum og onkrari
rætting til tær og áheitan um at geva tær út í bók,og soleiðis er
henda bók vorðin til.
Eg fari hjartaliga at takka teimum fólkum, sum hava ringt og
skrivað til mín og víst hesi bók áhuga, og eisini takki eg teimum,
sum hava lænt mær myndir.
Hjá honum,ið fæst við at skriva søgu, er tað altíð so, at
okkurt kemur ikki við, sum skuldi verið við,og annað var skeivt
sagt frá.
Um so er, fari eg at biðja fólk umbera meg.
Stóra tøkk skulu Mentunargrunnur Føroya Løgtings og teir
grunnar og stovnar hava, sum hava veitt mær fíggjarligan
stuðul til hesa bók.
Eg takki hjartaliga Hestprent fyri væl úr hondum greitt verk.

Á ólavsøku 1995

Erling Poulsen
(0)