Búreisingur, A.C. Evensen 1902 (1969)

345,00 kr.

På lager

Kategorier: , Tag:
Share Now:
Búreisingur, A.C. Evensen 1902 (1969)

Beskrivelse

Búreisingur

Føroyskt tíðarskrift

A.C. Evensen

Varð upprunaliga útgivið í 1902

Herndan bókin er Lósmynda endurútgáva frá 1969

EVNISYVIRLIT SKIPAD EFTIR SIDUTALI

Skjaldarmerki-A. C. Evensen
Samljóð og misljóð – Venzel Hammershaimb
Tímarokning-Rasmus Rasmussen
Nógd og atdráttarkraft- Rasmus Rasmussen
Jóan Petur uppi í Troð-A. C. Evensen
Skúlaskapur í Føroyum – Jákup Dahl-Krosslíð
Útlendski staðurin mikli- Jóannes Patursson
Ódn-J.H. O. Djurhuus
Skúlaskapur í Føroyum — Jákup Dahl-KrosslíðSøgan um eina mommu- H. C.
Andersen. Týtt hevur Marie Mikkelsen
Útheimurin- A. C. Evensen

Jóan Petur uppi í Trøð- A. C. Evensen
Uppfostran-Símun Skarð
At lesa og hoyra – Rasmus Rasmussen
Utheimurin-A. C. Evensen
Handilsflotin í Danmørk og framfar hansara í 19. øld – (Av løitnanti
íkríggsflotanum Niels Engelsted)
Vetrarljóð – J. H. O. Djurhuus
Eitt føroyskt kvøld – J. H. O. Djurhuus
Stutt yvirlit yvir elektrisitetina-(Av Rasmus Rasmussen)
Jó. 2,12-4,54- A. C. Evensen
Goymslan í Havn- A. C. Evensen Røða hildin á fundinum á Viðareiði, t. 13. juli
1902- S. M. Zachariassen
Hin føroyski útróðrarmaðurin – Absalon Jógvanson
Mín sorg-J.H.O.Djurhuus
Veitslan liðug – J. H. O.Djurhuus
Utheimurin-A.C.Evensen
Stutt yvirlit yvir elektrisitetina – Blaðstýrarin Tvær yrkingar til
fastulávintsveitsluna í Keypmannahavn 1902-Jóannes Patursson
Sálmur-S. M. Zachariassen
Gorpur og lundi- Absalon Jógvanson
Dreymar. Tvær yrkingar av J. H. O. Djurhuus
Um elektriskan streym- Rasmus Rasmussen
Absalon á Trøllanesi-A. C. Evensen
Búreisingur-Útgevarin
Jólasálmur- Eftir donskum
Jens Christian Svabo
Heiðursvísa fyri V, U. Hammershaimb- Kvívíks Jógvan
Dúgvan – (Leysliga úr spanskum)

Andreas Christian Evensen

Hann var føddur 6. december 1874 í Ónagerði á Viðareiði, har
faðir hansara, Jens Christian Evensen, var prestur (1871-
1877).Móðir hansara var Anna Maria, dóttir hjúnini Andreas
Christian Lützen í Havn og Evu Margretu úr Baianstovu, (fødd
Jacobsen).Abbi Andrias í faðirættina var Johan Christian Evensen,
sýslu-maður í Suðroy, og langabbin Óli Evensen, sum um ár 1800
kom úr Noreg til kolabrotið í Suðroynni og seinni bleiv sýslumaður
har.
I 1877 bleiv Jens Christian Evensen prestur í Suoroy og flutti til
sína føoibygd Hvalba, og í hesi natúrvokru bygd við hennara raska
og drívandi fólki livdi sonurin Andrias lukkulig barn-dómsár og var
11 ára gamal, tá ið faðirin í 1885 bleiv útnevndur til próst og flutt
varǒ á Nes í Eysturoynni.
Skjótt var Andrias sendur til Havnar at ganga í skúla og búgva seg
til at halda fram í Danmark við lestrinum til studentsprógv,og fór
hann á Soro lærda skúla í 1890 og stóð studentpróvtøku í1894.
Í Havnar skúla ljóðaði tá ikki eitt føroyskt orð, ei heldur var tað
lisið. Tær føroysku bøkurnar, ið tá vóru til, eru skjótt taldar.Tann
fyrsta, H. C. Lyngbyes útgáva av Sjúrðakvæði, var komin i 1822. Árið
eftir kom J. H. Schrøters umseting av »Matthæussa evangelium« og
í 1832 Rafns útgáva av Føroyingasøgu við før-oyskari umseting eftir
Schrøter. Í 1851 kom V. U. Hammershaimbs frálíka útgáva av
Sjúrðarkvæði og í 1855 hansara dygdargóða kvæðaúrval: »Færøiske
Kvæder«.
Allar hesar bokur munnu hava verið í Andriasar barndóms-heimi.
Langabbin Óli Evensen stendur fyrstur á listanum yvir teir,sum í
Suðroynni skrivaðu seg sum keyparar av Rafns Føroyinga-sogu.
Sonurin og abbasonurin munnu hava unt Føroya máli líka væl sum
hann. Langabbasoninum viðvíkjandi gongur sjón fyri søgn.Ta stuttu
tíð, honum untist at virka í uppbyggjandi starvi fyri føroyska
menning málsliga og mentunarliga, legði hann upp á seg
meira frá hondum av dygdarverki enn nakar annar, tað var, sum
hann mest sum hevur kent á sær, at tíðin var stutt, og at um galt
at fáa lagt støðið væl og skjótt.
Árini 1849-51 fekk Hammershaimb í Antiqvarisk Tidsskrift
prentað føroysk kvæðir, sagnir, orðtøk, máliskur, barnaskjaldur

og gátur og sum tvær bøkur sær áðurnevndu Sjúrðar Kvæði og
Fær-øiske Kvæder (1851 og 1855). Hetta var alt stavsett eftir
hansara upphavsavleidda stavsetingarlagi, sum, hóast tað broytti
munandi frá teim ymsu frammanundan royndu
stavsetingarløgunum, sum oll vóru lagað út frá úttaluni, skjótt
sýntist at falla føroyingum flest væl og var tikið til brúks bæði av
teim ungu føroyingunum íKeypmannahavn og teimum fáu, sum
tá tordu fara undir at skriva føroyskt heima í Føroyum.
Í Annaler for nordisk Oldkyndighed prentaði Hammershaimb
(ádonskum) sína føroysku mállæru, og bæði hon og hansara stav-
setingarlag fingu endaligt skap í megnarverkinum Færøsk Anto-
logi,sum var givin út í 1891. Eina munandi hjálp til hesa bók fekk
Hammershaimb frá dr. Jakob Jakobsen, sum greiddi fráhondum
tað frálíka orðasavnið og eisini var uppií at gera broyt-ingar í
mállæruni.
I 1889, seinasta skúlaárið í Havn hjá Andrias Evensen, kom so
tann tjóðskapartoybilurin í Føroyum, sum longu hevði gjønt vart
við seg millum teir ungu føroyingarnar í Keypmannahavn: Før-
ingafelag var íbirt við tí glæsiliga stavnhaldi: »at fáa Førjamáliðtil
æru og fáa føringar at halda saman og ganga fram í øllum lutum,
at teir mugu vera sjálvbjargnir.«
Millum teir nógvu unglingarnar, sum av héilum huga tóku
undir við hesari rørslu, var ongin ítari enn Andrias Evensen, sum
til taǒlívsmálið hann hevði sett sær, at gerast prestur í
Føroyum,nú setti sær annað lívsmálið, at búna og mergja
føroyskt mál til brúks áøllum andans víddum.
Beinan vegin fór hann undir at samla føroysk orð og skriva tey
a listar, at kanna orðatýdning og uppruna og sammeta við nær-
skyld mál-hesum helt hann fram við alt lívið, og tykist hann at
hava havt framúr gávur til at fanga og minnast tann nágreini-liga
týdningin av teim einstøku orðunum og teirra samanspæl
viðonnur orð á livandi máliskum.
Tá ið hann sum studentur kom til Keypmannahavnar í
1894,var har eitt eljustríð millum tey, sum hildu upp á
Hammershaimbs stavseting, og tey, sum vildu fylgja dr. J.
Jakobsen eftir í hansara
roynd at vilja stavseta føroyskt beinan vegin eftir ljóðvirðinum
(fonetiskt). Andrias fór í teirra part, sum hildu uppá Hammers-haimbs
upphavsavleiddu stavseting, og hann var ikki mjúkur íorǒum. Teir
vunnu eisini, og fonetiska stavsetingarlagið fánaði buntur bæði í
Keypmannahavn og í Føroyum.
I 1901 bleiv Andrias Evensen cand. theol. og árið eftir fekk hann
prestakall á Sandi. Hann giftist við trúlovaðu síni Cornelia Engel-
sted,og við góðum vónum fóru tey til Føroyar. Ikki untist teimum

langt hjúnalív, konan doyði ung. Í 1906 giftist Andrias uppaftur við
Kristinu í Kárastovu á Skarvanesi. Hon var honum ein góðkona og
teirra seks børnum ein eym og umhyggjusom móðir.
Prestastarvið røkti Andrias Evensen til lítar. Enn fæst ein liv-andi
mynd av honum sum prestur av teirri prædiku eftir hann, sum er
prentað í Jólabók 1904, sum Símun av Skarði gav út. Eisini sipar
søgubrotið Tróndur Prestur í Úrvalsriti eftir M. A. Winther týðiliga til
Andrias Evensen.
Men mesti týdningur hansara i Føroya mentasøgu er hansara
stórtikna virki sum bókaútgevari og umsetari.
Fyrsta bókin, sum hann greiddi av hondum, var Smásangir og
sálmar, sum hann gav út í 1899 fyri Føroyingafelag í Keypmanna-
havn, ein snotilig og dygdargóð bók, sum umframt innihaldsliga at
prógva eitt munandi framstig frá Føriskar výsur, sum sama felagiðgav
út ú 1892, prentað eftir dr. Jakob Jakobsens upprunaliga fonet-iska
stavsetingarlag, bara við orðabúnanum ger tað skilligt,hvíhetta
stavsetingarlagið mátti dvína fyri Hammershaimbs snøgga og greiða
skrivingarlagi.
Onnur bókin var Búreisingur, sum her verður givin út av nýggj-um.
Ótrúligt, at hann skuldi fáa hetta frálíka tíðarskriftiǒ fráhondum,
fyrsta árið hann kom heim aftur til Føroya og hevǒi úr at gera í sínum
prestastarvi, sum fyri hann altíð gekk fram um alt annað. Tíðarskriftið
er ein stásiligur minnisvarði ikki bert eftir hann, men eisini eftir tey,
sum saman við honum laðaðu upp undir føroyska mentan, á
føroyskum máli, sum tað ljóðaði tá, enn óávirkað av tí íslendsku
eftirapingini, sum seinni setti inn.
Ikki fyrr enn fyrst í nítjanhundraðárunum fekk føroyskt mál innivist
í føroyska barnaskúlanum. Men Lesibøkur vóru ongar.Og her gjørdi
Andrias av sonnum eitt bragd. Við einum lítlum styrki frá Løgtinginum
gav hann í 1906 og 1907 upp á egnan kostnað út Lesibók fyri eldri
børn, Lesibók fyri yngri børn og Stavingarbók. Tað er undrunarvert, at
tastuttu tíðina frá tí Ham-
mersbaimbs Antologi kom út í 1891, var so nógv skrivað og yrkt
áføroyskum, at saman við tí, sum Andrias sjálvur umsetti úr
norsk-um, var nógmikið at velja burturúr til at geva hesum
lesibókum eitt so fjølbroytt og fram um alt eitt so
dygdarføroyskt innihald,at tær enn munna vera
fyrimyndarligar.
Í 1908 kom út Andriasar umseting av Jóbannisar
evangelium,givin út av The scripture gift Mission í London.
Mær tykir hana enn vera besta føroyska umsetingin úr Nýggja
Testamenti.

Í 1907 var Andrias Evensen saman við R. Rasmussen og
A.Degn tann drívandi kraftin til at fáa sett á stovn fyrsta
bókaútgávufelag í Føroyum: Hitt føroyska Bókmentafelagið. Í
1911 hevǒi tað 122limir í Føroyum og 41 uttan fyri oyggjarnar.
Limagjaldið var 5 kr.árliga,og fyri tann peningin fingu limirnir
ókeypis tað, sum felagiðgav út. Og tað var ikki lítið:
Í 1908 J. Dahl. Føroysk mállæra. A. C. Evensen: Savn til Før-
oyinga søgu í 16. øld. 1. hefti. Sverri Patursson: Nokur orð
um bin føroyska dansin.
Í 1909: Regin í Líð: Bábelstornið. A. C. Evensen: Savn til Før-
oyingasøgu i 16.øld. 2. hefti.
Í 1910 A. C. Evensen: Kvæðabók 1. R. Rasmussen: Plantulæra.
Í 1911 Regin í Líð: Glámlýsi. A. C. Evensen: Lesibók (fyri
Læraraskúlan). A. C. Evensen: Savn til Føroyingasøgu í
16.old.3.hefti.
Bøkurnar vóru ikki dýrar. J. Dahls mállæra kostaði innbundin
2,35 kr., tann stóra lesibókin (462 síður) 5 kr. Sjálvandi var
prenti-kostnaðurin tilsvarandi minni enn nú, men ákki nóg lítil
til at bókasølan bar seg. Andrias kom at hefta fyri skuldini. Sein-
asta bókin, sum útgivin var, var Lesibókin fyri Læraraskúlan-
hon var enn at fáa í bókasølu seinast í 1930-árunum til sama
lága prísin. Móti henni fána allar føroyskar lesibøkur, sum
higantil eru komnar upp á prent. 90 síður á íslendskum
fornmáli, sumt íføroyskari umseting, sum tó er væl so íslendsk,
198 síður av úr-valdum kvæðum, 142 síður av nútímans
skaldskapi á bundnum og óbundnum máli og 31 síður av
orðtakum, gátum og einum frá-líkum málsøguligum yvirliti.
Lesibøkurnar bera allar í evnisvali og uppbygging prógv um
Andriasar framúrskarandi gávur til at læra frá sær og gera
greitt tað, ið hann vil veita øðrum av kunnleika og vitan. Ein
betri stavingarbók enn hansara er ikki skrivað til nakað mál við
fall-broyting og upphavsavleiddari stavseting.
Inn á Løgtingið var Andrias Evensen valdur í 1908 sum sjálv-
stýrismaður. Miðvíst stríddist hann fyri at vissa føroyskum máli fullar
sømdir sum lærugrein og lærumál í føroyskum skúla og fáa málið
viðurkent til fulla nýtslu í føroysku kirkjuni. Við hansara føstu
meiningum, sum vanliga bygdu á djúpa umhugsan, var tóikki lætt at
fáa sett hann inn á politiskan bás; serliga í samfelags-málum kundi
hann hava hug at ganga aðra leið enn onkur annar { flokkinum, sum
meira hugsaði um eitt politiskt endamál úti íframtíðini enn um ein
samfelagsspurning, sum trokaði á í løtuni,og í 1914 segði hann seg úr
flokkinum. Tá ið hann so til valið í1916 mátti halda seg vera
órættvísliga álopnan, stillaði hann seg til val uttanfloks og varð
valdur.

Viðgerðin av fornmálinum í Lesibók 1911 prógvar, at hann táenn
hevǒi tað grundsjónarmiðið, sum hevði verið galdandi sein-asta
hundraðárið, at føroyskt sum onnur norrøn mál hevði í øllum lutum
sama málsliga grundarlagið sum íslendskt, soleiðis sum hetta málið
er til skjals í íslendingasøgunum frá 1200- og 1300 árunum.Kortini
prógvar tað, ið Andrias Evensen sjálvur hevur skrivað, ikki minst
umsetingin av Jóhannisar evangelium, at hann meira enn nakar av
hansara samtíðarmonnum hevur hoyrt væl eftir góðum føroyskum
talimáli, sum tað enn var fyri einum 60 árum síðani,og so aftrat fekk
hann sítt manndómsvirki at útinna í einari oyggj,sum málsliga tykist
at hava verið eina minst avlagað.
Ein stuǒul fyri seg til at halda fast um føroysk máleyðkennir fann
hann í Ivar Aasens og Hans Ross' norsku orðabókum og ikki minst í M.
Hægstads grein á Gamalnorsk Ordbok um sundur-greiningina í
norrønum fornmálum longu í 1200-árunum.
Heilsuveikur var Andrias Evensen longu frá ungum árum, og sjúka
vitjaði tíðan og títtari, sum árini liðu. Skuldin hann var komin í av
bókaútgávuni tyngdi sálarliga, og annar mótgangur nívdi á. Í apríl
1917, tá ið Fr. Petersen próst doyði, var Andrias útnevndur til próst
og gjørdi seg til at flyta inn á barndómsheim sítt á Nesi. Men nú nívdi
sjúkan aftur á, hann fór til Keypmanna-havnar at leggjast undir skurð
og doyði har 21. oktober 1917,einans 43 ára gamal.
Fyri føroyskt mál og føroyska mentan var missurin meinur.
Rikard Long.

(0)