Glámlýsi – smásøgur
Regin í Líð (Rasmus Rasmussen)
Upprunaliga útgivin: 1912
Hetta er óbroytt endurprent útg í 1987
Síðutal: 144
Rasmus Rasmussen (skaldanavn Regin í Líð), vanliga nevndur Rasmus á Háskúlanum (13. august 1871 í Miðvági – 5. oktober 1962 í Tórshavn) útgav fyrstu føroysku skaldsøguna Bábelstornið. Hann var sjálvlærdur lærari, setti saman við Símuni av Skarði Føroya Fólkaháskúla á stovn í 1899. Skrivaði bæði yrkisbøkur undir egnum navni, t.d. “Føroya floru“, eins og fagurbókmentir, t.d. fyrstu skaldsøguna og fyrsta stuttsøgusavnið á føroyskum undir dulnevninum “Regin í Líð”. Hann var eisini í mong ár løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin.










