Hendan er SELD...........................Hendan bókin er SELD

Mið, plinkar og ýti, fiskimið, Jákup M. Magnussen og Páll J. Nolsøe, 1947

550,00 kr.

Share Now:
Mið, plinkar og ýti, fiskimið, Jákup M. Magnussen og Páll J. Nolsøe, 1947

Beskrivelse

Mið, plinkar og ýti (lítil bók við fiskimiðum)

Jákup M. Magnussen og Páll J. Nolsøe

Útgivin: 1947

Síðutal: 30

FORMAELI

Hvør sókn ella bygd í Suðuroy hevur sínar útróðrarleiðir-mið og
plinkar- utlan at skarpt sjóvarmark kann verða sett teirra millum. Mið hjá t.
d. grannabygdunum Hvalbø og Tvør-oyri sløðast soleiðis hvørt um annað á
leiðini, har eitt leysligt mark kanska kundi verið sett; hetta er orsakað av at
havsøkiðer ikki so vítt og bygdirnar nær hvør aðrari. Og einstøk miðhava
grannabygdir í felag bert við ymiskum nøvnum og ýtum.
Miðini í hesum bóklingi eru tey, ið róð verður á úr bygd-unum á
Trongisvágsfirði: Froðbø, Tvøroyri, Trongisvági,Øravíkar-líð og Øravík. – Við
broytingini frá róðrarbáti til motorbát verður meir og meir avlagt at leggja
til miðis, mest verður lagt fyri rák;tað er tí vandi fyri, at ein partur av
miðunum fer fyri skeyti so við og við – um ikki alla staðni, so í mongum
støðum. Dømi eru longu um, at so er. Sum útróðurin er nú, fær tað unga
fólkiðikki hovi til at læra miðini og ýtini at kenna, og við teimum gomlu
útróðrarmonnunum fara tey í grøvina. Miðini eru sostatt fyri somu lagnu
sum staðanøvn okkara. Tí er tað umráðandi, at tey verða uppskrivað og á
henda hátt varðveitt, ikki júst við út-róðrinum í huga, men mest fyri tann
stóra málsliga týdning, tey hava.
Ikki bert miðini áttu at verið savnað og merkt á kort, men hvør fles,
boði, íða, strongur, tangi o. s. fr. um oyggjarnar. Nýliga er útkomið í
Danmark eitt verk við slíkum virðismiklum tilfari bæði fyri sjómenn og
málgranskarar: Louis E. Grandjean: Søkor-tets Stednavne, 1. og 2. Del,
1945-1946 (Søfartens Biblioteks Skrif-ter Nr. 6 og 6 A). Í hesi bók er alt tikið
við og viðgjørt søguliga og málsliga; eitt slíkt verk skuldu vit átt makan til;
tað ræður bert um, at tilfarið verður savnað.
Ætlanin við hesum savni er ein lítil roynd í ta leiðina. Men við tað,at
hetta tilfar er uppskrivað bert eftir einum heimildar-
manni, er møguligt, at eitt og annað kann vera gloppið burtur ímillum,
serstakliga viðvíkjandi miðunum á teirri útróðrarleið,her er talan um, tí so at
siga hvør útróðrarmaður hevur síni mið. Tó má ein rokna við, at tey flestu miðini
í hesum savni eru felagsogn hjá útróðrarmonnum i Froðbiar sókn.
Tað hevur verið gamalt ikki at siga oðrum frá miðum og ýtum; var tað tí
ivingarsamt, um Jäkup Magnussen undir Skorum í Froðbø, ið er tiltikin útróðrar-
og miðamaður, vildi lata nakaðstórvegis frá sær; men hann var til vildar, og sum
hann helt fyri: »Lítið man duga at leggja beint eftir bók.« Jákup á Helluni ella
Jákup hjá Toriusi, sum hann vanliga verður nevndur, eigur stóra tøkk fyri, at
hetta miðasavn kom til vega.

Orðið mið merkir nú í dagligum máli: fiskistað,og verður ikki longur í
hesum føri hugsað um hin upprunaliga týdningin av orðinum: miðpunkt, tað vil
her siga miðpunktið, har báðar leiðirnar úr ýtunum krossa hvor aðra á havinum
(smb. at leggja til miðis). At mið hevur fingið tann núverandi týdningin, er lætt
skiljandi; somu merking kundi orðið eisini hava í tí gamla norr-ona málinum.
Eftir okkara málbrúki verða í donskum máli (og norrønum)mið og ýti
blandað saman. Soleiðis verður skrivað í áðurnevndu bók »Søkortets
Stednavne«: »Med« er et meget gammelt ord, slam-mer fra oldnordisk »mið«,
der egentlig betyder midtpunkt, der-efter et mærke paa landjorden, hvorved
beliggenheden paa søen av en grund eller fiskeplads bestemmes (Jónsson:
Oldn. Ordbog).
At okkara merking av orðunum er tann rætta og uppruna-liga, man neyvan
vera at ivast í.
Navnorðið ýti og sagnorðið ýta koma av hjáorðinum út; ýta merkir soleiðis
at finna útleikan, t. v. s. leguna á havinum.
Skilt verður millum mið og plinkar. Miðini eru longur frálandi og hava størri
botnsøki enn plinkarnir, ið eru nærri landi og hava trengri botnsvídd; á plink
verður lagt, sum man sigur,meira nett; plinkur tykist tí at vera sama orðið sum
plettur(?).
Ógviliga nógv mið hava navn eftir ýtunum (staðanøvnunum),men annars
eru botnskapilsi, mannsnøvn, fiska- og fuglasløg, til-burðir og ymisk eyðkenni
navngevandi.
Tá ið mið varð funnið og menn ikki vistu røttu nøvnini áýtunum, ið nýtt
skuldu verða, hava teir nevnt ýtini eftir navni-num á miðinum – her er
navnagávan øvug – t. d. Roðstúku-kletturin (Sandvík), ið er ýti á Fløskuni, men
sipar til miðið Roð-stúkan, Knykilin á Gamla Dímunarmiði (ein knykil vestan fyri
endan á Grynnufjalli, Sandoy), Rankafjall og Grynnufjall eftir mið-unum Rankin
og Grynnurnar. Rankafjall er eystari endi, Grynnu-fjall hin vestari á tí fjallinum,
Sandoyingar rópa Fjallið (í Fjalls-haga).
Týdningurin av meginpartinum av miða- og ýtanøvnunum er greiður, men
nógv eru torskild; har tað er hildið neyðugt og fori hevur verið til tess, er givin
ein leyslig frágreiðing; við nøvn, har týdningurin hevur verið ógreiðandi, er sett
(?) aftanfyri.
Okkara mál hevur í mongum førum ikki hildið sær so væl sum íslendskt upp
at tí gamla norrøna málinum; í hesum málum eru staða- og sjónøvn altíð
óbundin; meðan vit nýta tey í óbund-num og bundnum sniði hvørt um annað; av
hesum skilst mogu-liga, at tey í óbundnum sniði eru eldri og hini við bundnum
sniði yngri; hesi kunnu nú eisini seinri hava ávirkað tey eldri viðv. sniðinum. Her
er eitt athugavert evni, ið krevur málkona viðgerð.
Útróðrarmenn skilja millum 1. Havmið,ytstu miðini, 2. Oyggja-mið,av tí at
annað ýtið er á oyggjunum (L. Dímun, St. Dímun og Skúvoy) og hitt inni á landi
(Suðuroy) og 3. Plinkar,ið eru nærri landi og hava trengri botnsvídd.

Umframt mið og plinkar er í hesum bóklingi tikið annað til-far við, ið hevur
samband við útróður.
Tað er eyðsæð, at hetta miðasavn er ikki fullfíggjað,men er tilfarið bjargað
frá at farast og kundi hesin bóklingur samstundis elvt monnum til víða hvar um
oyggjarnar at farið undir at savna okkara mið, henda ríka skatt, vit enn eiga,
hevur ómakurin ikki verið lønarleysur.
Tvøroyri á kyndilsmessu 1947.

Páll J. Nolsøe.

(0)