Beskrivelse
SMYRLARNIR í strandfarasigling
Erling Poulsen 1995 Síðutal: 124
Innihaldsyvirlit
Formæli Inngangur Fyrsti,,Smiril“ Ferðamannaskipið,,Norge“ ferst við Rockall Ein ringur jólatúrur Skaðatilburður Annar,,Smiril“ Skálkabrøgd Krígsárini Jólaaftan 1942 Kríggið er av ,,Smiril“ fyri óhappi Triði,,Smyrilin“ Buldrini í Vági Seinasta ferðin hjá gamla ,,Smirli“ Fjórði,,Smyril“ Avgreiðslur Hugleiðingar Christian Kruse sigur frá Óli Bech sigur frá Skiparar á,,Smyrlunum“
Formæli
Tað er einki yvir at dylja, at Suðuroyggin er heldur fjar-skotin frá hinum oyggjunum. Tað er vist, at skuldu fólk til dømis í seinastu øld fara norður um fjørð at ferðast, var taðikki sum at siga tað. Jákup Dahl, próstur, sigur einastaðni frá,hvussu torført tað var í 1890 árunum hjá teimum,sum gingu í skúla í Havn, at sleppa suður til Vágs í summarfrí.Eina ferð slapp hann suður í einum søkkladnum, snikutum grindabáti hjá Hans Jacob á Løhamri. Men seinast í seinastu øld skiltu menn, at tað bar ikki til longur ikki at hava skipað ferðasamband millum Suður-oynna og Havnina.Tað hevur tí óivað verið ein stórhending í oynni, tá ið ,,Smiril“ við froyði frá bógnum 19. desember 1895 kom inn um Høvdan og inn eftir TTrongisvágsfjørði ásíni fyrstu ferð úr útlondum sum brannýtt skip nýkomin av barkastokki og legði at Mortensens brúgv. Nú var lag ámanni at ferðast, og brúktu suðuroyingar ,,Smiril“ nógv. At eg fór undir sendingarnar í útvarpinum um ,,Smyrlarnar í strandfarasigling“, var tí, at eg helt, at vit áttu at steðga áog minnast hesar fýra ,,Smyrlarnar", sum hava røkt strand- farasiglingina í skjótt hundrað ár. Eftir sendingarnar vóru fleiri, ið komu við uppískoytum og onkrari rætting til tær og áheitan um at geva tær út í bók,og soleiðis er henda bók vorðin til. Eg fari hjartaliga at takka teimum fólkum, sum hava ringt og skrivað til mín og víst hesi bók áhuga, og eisini takki eg teimum, sum hava lænt mær myndir. Hjá honum,ið fæst við at skriva søgu, er tað altíð so, at okkurt kemur ikki við, sum skuldi verið við,og annað var skeivt sagt frá. Um so er, fari eg at biðja fólk umbera meg. Stóra tøkk skulu Mentunargrunnur Føroya Løgtings og teir grunnar og stovnar hava, sum hava veitt mær fíggjarligan stuðul til hesa bók. Eg takki hjartaliga Hestprent fyri væl úr hondum greitt verk. Á ólavsøku 1995 Erling Poulsen




